140x140

Vandamerki

Á hvørjum ári eru fleiri óhapp við kemikalium heima við hús, sum kundu verið fyribyrgd. Vandamerkið á fløskuni ella pakkanum sigur, hvussu vandamikið kemikaliið er.

 

Vit kenna tey reyðgulu vandamerkini, sí t.d. mynd omanfyri. Hesi fara so við og við at verða skift út við nýggj vandamerki, av tí at ES hevur samtykt nýggjar reglur fyri, hvussu kemikalii skulu flokkast, merkjast og pakkast. Hesar reglur byggja á eina altjóða skipan (Globally Harmonised System, GHS), sum við tíðini fer at fevna um allan heimin.

Upplýsingar um vandar við eini vøru eru at finna á vørulýsingini. Umframt tey nýggju vandamerkini eru eisini upplýsingar um, hvørjir vandarnir eru, og hvørjum ansast skal eftir, tá vøran verður brúkt. Vøran kann eisini vera merkt við “Ávaring” ella “Vandi”, sum verður brúkt á teimum vandamestu vørunum.

Vandamerktar vørur skulu altíð goymast á einum tryggum stað, har børn ikki sleppa at. Slíkar vørur eiga heldur ikki at goymast saman við matvørum, djórafóðri, heilivági ella slíkum.

Kemikalii eiga ikki at verða stoytt í kloakkina uttan so, at evnið er ætlað til at reinsa frárensl. Burturbeining av innihaldi og íløtum skal fara fram í serligu skipanunum til vandamikið burturkast hjá IRF ella Tórshavnar kommunu.

Merkingin av vøruni veitir upplýsingar um burturbeining. 

 

Fimm góð ráð 

  • Lat altíð kemikalii vera í ílatinum, sum tey vórðu keypt í,
  • Fylg leiðbeiningini á vørulýsingini,
  • Fá ikki kemikalii á húðina, í eyguni ella niður í lunguni,
  • Goym kemikalii fyri børnum,
  • Hugsa um umhvørvið, áðrenn kemikalii verða burturbeind.

 

Faldari um vandamerki 

Trýst her og tú fær fram ein faldara um nýggju vandamerkini. Faldarin kunnar um nýggju vandamerkini, og greitt verður frá um teir vandar, ið goyma seg aftan fyri merkini. Um tú lesur henda faldara, skilur tú betur vandamerkini, og verður tí betur før/førur fyri at sleppa undan óhappum heima við hús Trýst her og tú fær fram ein A4 faldara, sum í stuttum lýsir nýggju vandamerkini, og sum eisini egnar seg væl at hanga á veggin.
 

Vit tú vita meira?
Um tú hevur spurningar um kemisk evni í vørum, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400 ella skriva til okkara á us@us.fo

 

Um vandamerkini